← Aftur til yvirlitið
Frá FORN
Ein felagsskapur fyri søguna
FORN er stovnað. Vit savna metalfinnarar og øll, ið hava áhuga fyri fornfrøði og føroyskum mentanararvi.
Mynd: Jan Hammer Egholm
FORN er stovnað
Føroya Metalfinnara- og Fornfrøðifelag er nú stovnað. Stovnandi aðalfundurin varð hildin við góðari uppmøting, og áhugin hevur verið stórur.
Endamálið er at savna og umboða metalfinnarar og onnur við áhuga fyri fornfrøði í Føroyum. Vit vilja menna kunnleikan um søgu okkara, stuðla ábyrgdarfullari leiting og skráseting og skapa gott samstarv við søvn, myndugleikar og jarðareigarar.
Nevndin
- Formaður: Jan Hammer Egholm
- Næstformaður: Jón í Soylu
- Skrivari: Charles S. Olsen
- Kassameistari: Karstin Zachariassen
- Nevndarlimur: Aksel Á Botni
- Tiltakslimir: Rannvá Lómstein Zachariassen og Karlot Hergeirsson
Vit gleða okkum til at deila vitan, menna felagsskapin og gera søguna atkomiliga hjá fleiri. Tú ert vælkomin við.